Prómótión
Hey vinurin.
Lag okkara er eykalag á 15 teimum bestu. Far inn og atkvøð fyri okkum!
So hevur tú hjálp okkum og gjørt tina ávirkan galandi.
Atkvøð 15 tær bestu
Yvirritaði hevur framleitt eitt nýtt lag, ið kann hoyrast á http://myspace.com/torirband
Hetta er eitt retrokent slagara lag og vónandi dámar tær hetta.
Eitt sindur um lagið:
HALLO er eitt nýtt lag frá tónleikaranum Tórir Mikkelsen - ið Kristleif Zachariasen hevur ljóðblandað. Teir báðir hava áður framleitt sangin Hindenburg Elegy, og hetta er fyrstu ferð at Tórir stillar seg handan mikrofonina. Ein roynd at skapa eitt egið lag og sermerkt lag, ið tó roynir at fanga 'vintage' ljóð. Ljóðblandaðið er digitalt, við forritum, ið royna at herma eftir gamlar tónleika útgerð, eitt rák, ið er nógv at hoyra í løtuni.
MYSPACE :
Tonleikasending 9
Hey so var 9 tónleikasending á netvarpinum.
M.a. eitt føroyskt lag hjá Tønnes Mikkelsen, ið eitur Tíðin lekur sum soldan verður spælt seinast í sendingini.
Tónleikurin hesaferð er eitt bland av bleytum og dámligum tónleiki.
G.G! sending varð framleitt fyrst í árinum og prátað verður um tónleika kappingina Sement, ið er farin aftur um bak.
Væl gagnist!
Alternative content
Netvarp.com
RSS Feed