Vælkomin
Tonleikasending 8 (Mkzt)
Hoyr føroyskan electrónskan tónleik í hesari sending. Tað er Tórir M. ið spælir ymiskt, ið hann sjálvur hevur framleitt.
Alternative content
Tonleikasending 7 (Sailboatsaylor)
7. sending er á netinum við ráum folk tónleiki.
Tað er tónleikarin SailboatSaylor (Sam Taylor), ið hesa ferð verður spældur.
Um tú hevur hug at vita meira um hendan spennandi tónleikara, vitja myspace síðuna hjá honum (leinkja omanfyri)
Alternative content
Tonleikasending 6 (Bella Ruse)
Hesaferð verða 5 løg hjá bólkinum Bella Ruse spæld. Ein skal ikki leita leingi, um man roynir at finna tónleika gimsteinar á netinum. Bólkurin spælir indie folk jazz (um nakað eitur so) og forsangarin hevur ein frálíka rødd, ið røkkur heilt inn at hjartað.
Playlisti:
Heart of everyone
Push on
Dark house
Remember me
Fløgan teirra kann lógliga takast niður á jamendo.com undir creative commons loyvinum
Alternative content
Tonleikasending 5 (Cafe Tel Aviv)
Ambient Chill Out eitur sjangran, ið verður spæld hesaferð. Bólkurin eitur Cafe Tel Aviv.
Chill out er ein sjangra í byrjaði við bólkinum The Durutti Column í 80'unum. Higher Intelligence agency, stytt til HIA, megnaði at fáa tónleikin kendan og á pallin síðst í 80'ini/fyrst í 90ini.
Oftani verður tónleikurin spældur í chill out rúm, í náttklubbum. Hesi chill out rúm eru eitt slag av trygdarnet. Serliga varð náttarklubbin Konspiracy kendur fyri chill out rúm. Hesi vóru møbleraði við sofur, deiligar koddar og eitt psykadeliskt ljós show. Her var friðarligur tónleikur spældur. Chill out rúm vóru neyðug, í takt við, at fleiri og fleiri deyðsføll hendu innan harða dansiumhvørvið. Rúsevnini gjørdi at fólk fingu hitasløg og vórðu dehydrering og á hendan hátt doyðu.
Í 1992 kom ein lóg í gildi í Stórabretlandi, ið kravdi at dansistøð høvdu ókeypis vatn og chill out rúm klár. Hetta komst av, at tað vóru nógv fólk, ið vóru skadd og doyðu av yvirdosis av ekstasi.
Sera lekrir og avslappaðir tónar. Bólkar, sum Air, Royksopp, Portishead, Massive Attack, Zero 7 verða ofta bólkaðir í ambient chill out.
Playlisti:
Angel Tears
Lumin Lycien Way
Low Light Soul Side
The First Moment
Astropilot
Earth Nation Elucidate
Alternative content
Netvarp.com
RSS Feed
